Skúlaárið er nú byrjað aftur, og enn eina ferð fara metnógv børn í serflokkar. Talið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, men bara síðani 2019 eru nú tvífalt so nógv sum ganga í serflokkum.
Men hví passa karmarnir í fólkaskúlanum ikki til eitt vaksandi tal av næmingum?
Duga vit betur at nágreina verandi avbjóðingar, ella eru nýggir trupulleikar, sum gera seg galdandi?
Gestir í útvarpsstovuni: Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, og Johan Marner Stenberg, leiðari á Gula skúla.
Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.