Eru serskattaskipanir og stuðulsskipanir gagnligar fyri føroyska búskapin tá arbeiðsmegi vantar í fleiri vinnugeirum í Føroyum
Nei, sigur Búskaparráðið, men hvørjar eru politisku ætlanirnar, og skulu skatta- og stuðulsskipanir takast av, ella heldur stimbrast meira?
Landsstýrisfólk og tingfólk kjakaðust um málið í útvarpsstovuni.
Seinast í sendingini tosa vitum barnasálarfrøði.
Dagstovnaøkið hevur - serliga í høvuðsstaðnum - leingi verið merkt av bíðilistum, plásstroti og stórari starvsfólkaútskifting.