Tvey evnir vóru í Breddanum í dag.
Tað var í 2017, at metoo rørslan setti dagsskránna kring heimin. Kvinnur í hópatali søgdu alment frá sínum upplivingum við kynsligum ágangi.
Kjakið kyknaði av álvara uppaftur í Danmark fyri nøkrum vikum síðani, tá sjónvarpsverturin, Sofie Linde, greiddi frá sínum upplivingum sum 18 ára gomul í Danmarks Radio.
Vit tosa við Eydnu Skaale um røðuna hjá Sofie Linde, við Brynhild Thomsen um hennara uppliving umframt at fleiri løgtingskvinnur koma í útvarpsstovuna, at skifta orð um trupulleikan.