Føroyingar skulu vænta ein skattalætta næsta ár.
Tað bleiv endaliga kunngjørt, tá Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í farnu viku legði fram uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.
Men hvør fær mest burturúr skattalættaunum, er hann í heila tikið rætta amboði at brúka fyri at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga trýst, og kundu tær 70 milliónirnar, sum hann kostar, verða betri brúktar á annan hátt?
Tað spyrja vit formannin í Búskaparráðnum um, áðrenn kjakast verður um tað í útvarpsstovuni.
Valfepur