18. november 2021 sá snarskipanin, fast-track, dagsins ljós.
Endamálið við nýggju skipanini er at útvega arbeiðsmegi til ein kroystan arbeiðsmarknað, sum tá var merktur av søguligum lítlum arbeiðsloysi.
Men hvørji krøv verða sett til arbeiðsgevarar, hvat verður gjørt fyri at hjálpa útlendingum at gerast ein partur av føroyska samfelagnum, og hvar fara útlendsku arbeiðstakararnir, um okkurt er galið.
Hesir spurningarnir verða settir í Breddanum hesuferð.
Gestir: Erika Anne Hayfield, Jens Martin Knudsen, Ken Nónklett, Kári Holm Johannesen