Tað brýtur í bæði borð í samgonguni.
Meðan fleiri stórmál liggja á láni, hevur serliga eitt mál fingið ilt í samgongufólk, nevniliga nýggja prísskipanin, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlar at seta í verk fyri Strandferðsluna.
Árni Gregersen og Beinta Løwe koma í útvarpsstovuna at gera viðmerkingar um politisku støðuna.
Ísrael og Hamas
Ísrael var tikið á bóli, tá Hamas-felagsskapurin, sum hevur valdið í Gaza-geiranum, fór at skjóta rakettir inn í Ísrael um vikuskiftið.