42 ár er ikki nakar rundur føðingardagur, men tá ein hevur føðingardag, so er tað eitt gott høvi at gera støðuna upp.
Í Breddanum í dag gera vit støðuna upp, nú Norðurlandahúsið gjørdist 42 ár.
Vit spyrja um Norðurlandahúsið kann rúma allari list og øllum tiltøkum, um innanhýsis stríð - og hvussu sær framtíðin út hjá Norðurlandahúsinum.
Og vit spyrja eisini, hvussu framtíðin hjá stjóranum í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sær út.
Gestur er Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Vertur: Sigurjón Einarsson