Fleiri stormar, ógvuslig áarføri og munandi meira avfall hava seinnu árini ført til fleiri stormskaðar kring landið. Bara í Húsavíkar kommunu eru tríggir stormskaðar skrásettir seinastu fimm árini, meðan man í Landsverki eisini upplivir avbjóðingar við broytta veðrinum.
Skaðarnir í Húsavíkar kommunu kosta 9 milliónir krónur at umvæla, og tað svarar til samlaðu skattainntøkurnar hjá kommununi í trý ár.
Av tí at summir skaðar eru bráneyðugir at umvæla, hevur kommunan søkt um fíggjarligan stuðul frá landinum. Tað gjørdu tey longu í 2020.