Eitt stríð, sum bara harðnar.
Tað tykist vera støðan í Ísrael og Palestina, sum aftur eru í blóðigum kríggi.
Men hvat er søguliga orsøkin til ósemjuna?
Tað hava vit spurt søgufrøðingin, Hans Andrias Sølvará, og rithøvundin Hanus Kamban, sum júst hevur latið eina bók úr hondum um antisemitismu, frá ár 60 eftir Krist, til 1945.
Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum, verður í útvarpsstovuni.
Við í sendingini: Hanus Kamban, Hans Andrias Sølvará og Heini í Skorini.