Leiðslan í Tjóðveldi, vildi ikki hava Liljuna Weihe við á samgongufund, tá pensjónsmálini og málið um Suðuroyartunnilin var til triðju viðgerð í Løgtinginum.
Hetta, tí hon frammanundan hevði boðað frá, at hon ikki ætlaði sær at atkvøða fyri pensjónsmálinum - og heldur ikki fyri málinum um Suðuroyartunnilin.
Men er tað lagið at útihýsa einum tingfólki frá samgongufundi, og hvat er tað fyri nýggjur leiðslustílur vit síggja frá Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi?
Rasmus Tantholdt, journalistur á danska TV2, hevur júst verið í Ukraina, og skal aftur hartil sunnudagin. Hann gevur okkum eina støðulýsing um støðuna í Ukraina.
Gestir: Helena Dam á Neystabø, Beinta Løwe og Rasmus Tantholdt.
Vertir: Sigurjón Einarsson og Marjun Dalsgaard.