Mánadag og týsdag í hesi vikuni seta næmingar í fólkaskúlanum dagsskránna í løgtinginum. Tað er áttandu ferð at Ungdómsting verður hildið í Føroyum.
Endamálið við Ungdómstinginum er, at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið,
at læra næmingarnar at vera ein virknari partur av fólkaræðinum, at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði og at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um.