Hví skal eitt virki á landi fáa kvotur av uppsjóvarfiski? Og hvat merkir tað, tá kvotan verður latin til "vinnuligar royndir til menning og nýskapan" ?
Tavan hevur síðstu árini ligið framvið at fáa kvotur burturav tí serligu játtan, sum Fiskimálaráðið letur sum "vinnuligar fiskiroyndir". Tá hesar kvotur vórðu útlutaðar í summar, fekk Tavan 350 tons av makreli og 700 tons av sild. Í hesum kvotum verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið, umframt virðisøking av veiðuni.