Føroyar, Danmark og Grønland skulu hava eina felags uttanríkispolitiska nevnd.
Tað heldur Ulrik Pram Gad, Ph.D í stjórnmálafrøði og lektari á Aarhus Universitet.
Um Danmark vil halda fast um ríkisfelagsskapin, má Danmark eisini broyta avgerðargrundarlagi í uttanríkispolitiskum avgerðum, sum viðvíkja Arktiska økinum, heldur Ulrik Pram Gad
Tíðirnar í politikki eru broyttar vísir lektarin á, og tí má Danmark legitimera avgerðir í arktiska økinum við støði ynskjum í Grønlandi og Føroyum, og ikki longur einans taka avgerðir vegna Grønland og Føroyar.