Í Runavíkar kommunu er ikki flokspolitisk uppstilling. Tað eru fýra listar, ið stilla upp, og hvør hevur fingið tvær ferðir tvey umboð í panelið.
Á lista A eru valevni úr syðra endanum á eystara armi á Skálafjørðinum og Oydarfirði.
Á lista B eru valevni úr Søldarfirði og av Skipanesi.
Á lista C eru valevni av Skála
Listi D er tann nýggi borgaralistin við valevnum úr fleiri av økjunum í kommununi.
Sendingina gjørdu: Arnfríð Joensen Dahl, Finnur Koba og John Johannessen.
Teknikari í Runavík: Hjalmar Hvítklett.