Tríggir mánaðir eru nú síðani at Russlandi gjørdi innrás í Ukraina. Kríggi er aftur á duragáttini hjá okkum í Evropa.
Umframt at senda vápn til Ukraina, eru revsipakkar oman á revsipakkar samtyktir, sum skulu sannføra russar um, at tað, landið nú ger, er skeivt.
Men hevur tað nakra ávirkan?
Vit hoyra frá russara í Moskva um hvat merkist til kríggi og revsitiltøkini.
Og tvær veljarakanningar vóru kunngjørdar í síðstu viku, við nøkrum tølum, sum líktust, og øðrum, sum peikaðu heilt í hvør sína ætt.