Yvirvekt er ein vaksandi avbjóðing millum Føroyingar. Ikki bara millum vaksin, men gongdin vísir seg eisini millum skúlabørn, vísir kanning hjá Gingi, sum nú rópar varskó.
Hvat merkir hetta fyri tey ungu, kann nakað gerast fyri brotya gongdini og er tað í heila tikið rætt at seta skúlabørn á eina vekt?
Hesar og fleiri spurningar seta vit fakliga leiðaranum á Gigni, forkvinnuni í Heilsunevndini í Klaksvíkar kommunu, professara í fysiologi og sálarfrøðingi.