Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bygdasøguna. Tvey tey fyrru bindini komu í mai mánaði í fjør og í gjárkvøldið varð so sjálv ættarsøgan løgd fram í 3. bindi. Tað hevur Helgi Jacobsen gjørt saman við Thorleifi Hansen, ið hevur skrivað av eftir kirkjubókum og hevur sett ættargreinarnar saman.
Bæði Helgi Jacobsen og Jóhannus Danielsen eru væl nøgdir nú bygdasøgan er komin út. Tað var upprunaliga bygdaráðið, sum í 2013 tók stig til at fáa bygdasøguna út í bók og Nes kommuna, sum júst hevur fylt 50 ár, hevur fíggjað útgávuna.