Danski sangbólkurin hevur konsert í Norðurlandahúsinum í dag, Gøtu kirkju hósdagin og í Salt á Tvøroyri fríggjadagin.
Føroyska Tóra Vestergaard er limur í bólkinum, og vit fingu eitt prát við hana og kórleiðaran Astrid-Vang Pedersen. Prátið fall millum annað á munin millum eitt kór og ein sangbólk, og tað at hava nógvar komponistar í bólkinum. Eisini framførdu tey tveir sangir í útvarpsstovuni.