Í dag verður mest sum alt tilfar goymt talgilt. Hvørjar eru avbjóðingarnar av hesum, tá ið vit hugsa um arkivering ella goymslur í dag? Hvør og hvussu verður avgjørt, hvat ið verður goymt og kanska eisini hvar ið tað verður goymt? Og í hvønn mun er søguligt tilfar tókt hjá almenninginum?
Hesar og aðrar spurningar umrøða við Sámal Tróndur Finnson Johansen, ið er tjóðskjalavørður og stjóri á Tjóðskjalasavninum í Føroyum, og Hrefnu Robertsdóttir, ið er stjóri á íslendska tjóðskjalasavninum, nú Vestnordisk Arkiv Konference - ella Útnorður Skjalaráðstevna, verður hildin í Føroyum.