Ein kikari er settur upp í Mykinesi, so møguligt er nú at síggja lundan uttan at ganga niður í lundalandið í Lamba og at síggja súluberg uttan at fara út í Hólman.
Tað er Tórshavnar Rotary Klubbi, sum hevur tikið stig til og fingið til vega fígging til verkætlanina.
Kikarin er staðsettur á Rógvuni og hevur staðið har eina viku. Sambært Juliannu Klett, sum er limur í Tórshavnar Rotary Klubbi, er hann longu væl brúktur.