Samson Højgaard, sum eigur boat.fo, byrjaði at leiga bátar út fyrr í ár. Síðani fór hann eisini at skipa fyri bátatúrum og fiskitúrum ymsa staðni í Føroyum.
Bæði føroyingar og útlendingar fara bátatúrar við boat.fo, men serliga ferðafólk halda tað vera stuttligt at sleppa ein fiskitúr í einum føroyskum firði.
Samson Højgaard er ferðaleiðari, og hann ein møguleika í bátatúrum, nú ferðavinnan í Føroyum er vaksin so nógv.
– Tað var óhugsandi fyri nøkrum árum síðani, at so nógv ferðafólk komu til Føroya, og at hetta fór at bera til, sigur Samson Højgaard.