Masterkvinnurnar á Sjóherja úr Kappróđrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu eru á einum máli um, at tađ var eitt Guđs undur, at tær sluppu so væl, tá báturin varđ syftur upp í loft av startlínuni og koppađi, beint áđrenn róđurin skuldi byrja. Tær endađu allar á sjónum. Tær meta seg sjálvar hava gjørt alt rætt.
Umframt Sjóherja vóru tvær aðrar manningar, Fortuna og Sølmundur, eisini við í ógvisligu hendingini leygardagin. Í kvøld fer Róđrarsamband Føroya at tosa viđ tær tríggjar manningarnar.