Føroyska U19 landsliðið hevur spælt seg í EM-endaspælið í hondbólti 2022.
- Talan er um heilt serstakar dreingir, sigur annar venjarin, Julian Johansen, og hesum tekur Ári Rouch, samskipari í Hondbóltssambandi Føroya undir við.
- So tíðliga sum í 2014 sóu vit, at her vóru dreingir við heilt serligum evnum, sigur hann og viðgongur, at tey í HSF hava hugsað tankan, at júst hetta landsliðið kundi koma so langt, sum tað nú er komið.