Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini, hyggur aftur tíðina við korona. Hann nýtir høvið at hyggja kritiskt eftir tí serfrøði, sum vit stuðla okkum uppat í slíkum kreppustøðum.
Shahin Gaini er millum okkara fremstu smittuverjuserfrøðingar.
Samrøðan tekur støði í framløguni "Jørðina runt í 80 dagar - frá Wuhan til Tórshavn", sum Shahin Gaini helt á almenna evnisfundinum um COVID-19, sum Fróðskaparsetrið skipaði fyri í Kongshøll í gjár, mikudagin 17. juni.