Hvussu er at vera politikari í Føroyum? Hvussu fært tú mest burturúr? Og hvat halda tey um, at flokkar nú velja aðrar flokkar frá?
Hetta er millum mongu spurningarnar, sum vera viðgjørdir í hesi samrøðuni millum Helenu Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum og Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum ikki stilla upp aftur á løgtingsvalinum, sum verður um knappar tríggjar vikur.
Tey hava hvør sína orsøk at velja landspolitikkin frá. Helena ætlar at brúka tíðina til onnur ting. Jóan Magnus gevur pláss fyri beiggja sínum og fer aftur at virka sum stjóri.