Tað er torført at siga, hvussu nógv ferðafólk hava vitjað Føroyar seinastu mánaðirnar, tí vit hava eingi hagtøl, men út við 200.000 fólk, metir Edward Leo við fyrivarni. Nakrar avbjóðingar eru, tí ferðafólk fara út um bøgarðar, og tað kann vera strævið hjá einari bygd at fáa fleiri bussar við ferðafólki á vitjan sama dag. Nøkur viðurskifti eru skipað, men alt er ikki skipað enn.