Coronaráðgevingin varð sett á stovn hálvan apríl fyri at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., um hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu. Tað eru fakfólk frá millum annað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum manna coronaráðgevingina.
Dagstovnar lótu varliga upp aftur 20. apríl við teirri fortreyt, at fleiri strong verjutiltøk verða fylgd. Verjutiltøk, sum koronaráðgevingin hevur skipað.