Beint fyri summarfrítíðina hevði Gøtu skúli eina stóra evnisviku, har næmingarnir blivu býttir upp í fleiri bólkar, sum viðgjørdu ymisk evni í kommununi. Ein av bólkunum var var fjallabólkurin. Og hóast veðrið ikki spældi við, vóru tey á einum máli um at tey høvdu fingið nógv burturúr.
- Endamálið var at lata eyguni hjá børnunum upp fyri hugtakandi náttúruni í Eysturkommunu, siga Rebekka Jensen og Linda Sørensen, lærarar.