Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið í hondbólti, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar.
Eftir hvørja EM- og HM-kapping er vanligt at velja eitt ?all star? lið, har besti spælarin á hvørjum einstøkum plássi verður kosin. Hesaferð var einki undantak, men tað er meira sjáldsamt, at ein føroyingur verður valdur.
Elias var í Summarmorgni til eitt prát