Bæði landsliðsfótbóltur, Premier League og Var vóru á skránni í sendingini, eins og kappingin í Betrideildini, har HB luktar gull, meðan spenningurin í botnstríðnum økist í hvørjum.
Fyrrapartin varð landsliðsúttøka til heimadystirnar og venjingardystin í oktober. Hon var eisini til umrøðu, eins og grannauppgerðin millum B36 og HB, sum skal spælast í kvøld.
Umframt landsdystirnar móti Malta og Andorra, umrøddu Jákup Ósá og Oddbjørn Joensen eisini dystirnar í landskappingini millum KÍ og HB, og NSÍ og B36, sum skulu spælast í vikuni.