Í mai 2016 varð Jákup Petur skurðviðgjørdur fyri diskusprolaps fyri aðru ferð, men skurðviðgerðin eydnaðst ikki sum ætlað. Jákup Petur hevði nógva pínu og fekk lítið og einki gjørt. Eftir tríggjar mánaðir sum seingarliggjandi tók hann seg saman og byrjaði stillisliga at arbeiða og at venja. Tað byrjaði at ganga framá og í dag, tvey ár seinni, hevur hann luttikið í sínum fyrsta triatlon og skal í heyst vera við til HM í triatlon í Suðurafrika.