Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin, har tilfeingið og ídnaður skulu vera í javnvág við náttúruna. Sniðgevarnir kappast um at gera nýggjar mótavørur, og leygardagin 26. august verður mótaframsýning, har ein vinnari verður kosin. Av teimum 11 sniðgevunum eru føroysku Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreasen og Frida Poulsen.