Frítíð og náttúra

Frítíð og náttúra

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Frítíð og náttúra episodes

  • Um kjógva og jarðriv
    Fuglafrøðingurin, Jón Aldará, skrivaði serritgerð um kjógva, tá hann tók prógv sítt. Nú granskar hann kjógva og liður í hesi gransking er at ringmerkja pisuna. Frítíð og náttúra var saman við Jóni ein dagin, hann ringmerkti kjógvapisu norðanvert Akraberg.
    Tá vit ferðast í føroysku náttúruni koma vit tíðum fram á jarðriv - erosjón - og nógvastaðni er svarðloysi. Frítíð og náttúra hevur verið ein túr í haga norðan fyri Havnina og vit dvølja við markið millum Hoyvíkshagan og Sundshagan.
    59 min
  • Frílendisætlan í Hoydølum og ríðiðtúrur í Vágum
    Vit halda fram ríðitúrin saman við Thomas Hans Gaardlykke í Miðvági. Vit eru á Fótamørskletti og steðga á við bólið í Krosssgili og við Sálarbótsá í Vatnsbrekku. Harafturat hittir Frítíð og náttúra Ronnie Thomassen og Rakul Arnfríðu Dam í Niðastu Hoydølum. Har skal ein gøta gerast í ár oman gjøgnum Starvabrekkuna og ein skal gerast oman á Hvítasand við Boðanes í stóru frílendisætlanini. Eisini fara fólk á Gróðurstøðini at planta fyrstu trø ini og runnarnar í heyst.
    1 hr 2 min
  • Ríðitúrur í Vágum og túrur fram við Hoydalsá
    Frítíð og náttúra var í juni ein ríðitúr saman við miðvinginum, Thomas Hans Gårdlykke, sum er reiðmaður, gamal røktingarmaður, sílafiskari og var vanur at fleyga lunda.
    Vit, Thomas Hans, ríða úr Miðvági fram eftir Vørðunum í hesum fyrsta partinum. Thomas Hans greiðir frá støðum á vegnum, fjallagøtuni, ríðing í Vágum og øðrum náttúrfyribrigdum.
    Hoydalsá er ein av teimum fýra stóru áunum í Havnini. Hon var ein góð sjósílaá, men hon hevur verið fyri bakkøstum, og í dag fiskar nærum eingin har,  hon rennur á sjógv í Boðanesgjógv.
    Vit ganga ein túr fram við ánni saman við Finni Lützen, lívfrøðingi og sílafiskara.
    58 min
  • Túrur eftir Kaldbakskambi
    Við Jákup Andreasi Vang í Kaldbak ganga vit ein túr eftir Kaldbakskambi. Vit gingu túrin í 1987.
    Jón Aldará, fuglafrøðingur, greiðir frá kanning, sum fuglafrøðingurin ger um støðuna hjá kjógva í Føroyum. Og fuglafrøðingurin, Sjúrður Hammer, hugleiðir um fugl og veðurlagskreppuna.
    53 min

About Frítíð og náttúra

From the publisher's feed

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.

More shows like Frítíð og náttúra

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners