Frítíð og náttúra

Frítíð og náttúra

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Frítíð og náttúra episodes

  • Eftir bygdagøtuni úr Fámjin til Trongisvágs (1:3)
    Fámjin er fyrndargomul bygd og fýra bygdagøtur ganga til og úr bygdini. Innasti partur á víkini ver heitið Vatnið. Hildið verður, at hetta hevur verið eitt vatn, og at land hevur verið vestanfyri.
    Fransmenn høgdu kol oman fyri Fámjin, og fyri tilfeingisgjaldið bygdu fámjiningar sær nýggj hús fyri góðari øld síðani.
    Bøurin er víður og nógv verður hoyggjað enn. Oman fyri bygdina liggur Kirkjuvatn, sum var eitt tað besta sílavatnið í Føroyum, aðrenn sjúka kom í.
    Í hesum fyrsta partinum greiðir Óli frá um bygdina og vit enda í Vansinga, sum er sunnari endi á vatninum.
    47 min
  • Úr Djúpadali norður á Nes
    Ein av gomlu og kendu bygdagøtunum er gøtan millum Mikladal og Trøllanes.
    Helgi Wolles harmast um, at gøtan gjøgnum skorðina millum Mikladal og Nes er grasgrógvin.
    Hann heldur, og at tað skuldi verið bøtt um hana.
    Tá komið er undir Vørðu er útsýni yvir Nes, tann víða dalin, Borgaran og út á Eggjar.
    54 min
  • Frítíð og náttúra
    Eisini hoyra vit um støðuna hjá havhestinum. Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, sigur, at havhestastovnurin hevur tað ikki so gott, sum vit halda.
    48 min
  • Ergidalur, svartfuglabann og laksafiskiskapur
    Í Frítíð og náttúru hesuferð tosa vit við Johan Mortensen, íbirtara, um, hvussu eitt bryggjarí í Orknoyggjum letur pening til fuglaverndarfelag fyri at verja akurkrit, ella corncrake.
    Finnbjørn í Hovi, sum hevur ferðamannafelagið Ergi, greiðir frá, at áhugin er stórur at vitja Vatnsnes og búgva í húsinum har. Men hann harmast um ætlanina at seta Ergidal undir í vatni í stóru ætlanini hjá SEV við pumpuskipan og vindmyllum.
    Fuglafrøðifelagið heldur, at tað er eingin góð grundgeving fyri ikki at setta bann ímóti at veiða lunda og álku. Vit tosa við Jón Aldará, nevndarlim í Fuglafrøðifelagnum.
    At enda vitjar Frítíð og náttúra Leynavatn, tá laksafiskari fær ein stóran laks á land. Vit tosa við Birgir Hansen og Mortan Carlsen.
    Hetta er seinasta Frítíð og náttúra í summar.
    1 hr 4 min
  • Á Borðuni búðu fleiri familjur og 10 skúlabørn
    Túrurin suður á Borðuna er ein frálíkur túrur. Hann er lættur at ganga og tað ber til at ganga ymiskar leiðir.
    Vit gingu út í neðra og upp gjøgnum Gjógvará. Eisini ber til at ganga eystanfyri, t.d. á heimtúrinum. Tá ber til at fara upp fram við Hosteinsgjógv. Eisini ber til at ganga fram við eggini og síggja Farsalagjógv og útsýni eystureftir.
    Vit fylgdu bygdugøtuni heimaftur. Hon er sera vánalig, og í fleiri støðum er hon meira ein bloti enn ein gøta. Nógv ferðafólk ganga hesa gøtuna, og tí er hon eisini slitin og vánalig.
    53 min
  • Laksaveiða í Saksun og túrur suður á Borðuna
    Fiskiskapurin hjá frítíðarfiskarum í Saksun hevur verið brúkligur í ár, heldur Jens Christian Carlsson. Nógvi alilaksurin, sum slapp út í fjør, er eisini komin niðan í Saksunarvatn, og hann ávirkar. Nógv trýst er á laksavøtnini, Leynavatn og Saksunarvatn, so vit áttu at umhugsa at fingið onnur laksavøtn, heldur Jens Christian.
    Jógvan Thomsen er náttúruáhugaður sum fáur. Á túrinum suður á Borðuna greiðir hann frá fugli, seyði, náttúrufyribrigdum og søgu og siðsøgu. Vit eru í Kassunum, Millum Klettarnar og við Hólmavatn.
    46 min
  • Túrur suður á Borðuna
    Vit ganga út á Borðuna saman við nólsoyinginum Jógvani Thomsen. Vit taka leiðina í neðra oman fyri Tjørnunes, steðga á í fleiri støðum, og enda 1. partin í Kassunum, sum er forn búseting stutt sunnanfyri Tjørnunes.
    Frítíð og náttúra hevur eisini hitt miðvingin, Hans Hansen, sum regluliga fiskar síl á Fjallavatni. Hann harmast um tey sjónligu spor, sum lendisakførini gera í náttúruni.
    51 min

About Frítíð og náttúra

From the publisher's feed

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum.

More shows like Frítíð og náttúra

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Dokumentarar by Kringvarp Føroya

Dokumentarar

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners