Í Maribo á Lollandi verður annaðhvørt summar ein útileikur settur upp við áhugaleikarum og yrkissjónleikarum. Hesaferð seta tey upp Dr. Zhivago, har Christina Elisabeth Mørkøre hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin.
Tá nú leikurin verður spældur uttandura, hevur veðrið eisini ein stóran leiklut, og tá frumframført var fyri 1000 áskoðarum, spældi veðrið ikki við, tí stormur við torusláttri gjørdi enda á framførsluni hendan dagin.