EM fyri seyðahundar byrjaði í gjár, og fýra hundar og eigarar teirra umboða í ár Føroyar í kappingini. Teir eru Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, Midge við Onnu Sofiu Fjallheim og Køp hjá Páll Poulsen.
Í fjør vann Føroyar, sum lið, silvurs heiðursmerkir, so spenningur er um, hvussu hundarnir fara at klára seg í ár.