Nógv tos hevur verið um, at samfelagsfrøði átti at staðið á tímatalvuni. Tað ger tað nú. 7. flokkur í Eysturskúlanum hevði sín fyrsta tíma í samfelagsfrøði í dag, og tey vóru sera spent.
Jóhanna Eidesgaard, Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge og Femja Restorff Olsen ganga allar í 7. flokki, og tær lótu sera væl at. Rannvá Skeel Johannesen, lærari, var eisini spent at hava fyrsta tíma við 7. flokki í samfelagsfrøði sum sjálvstøðug lærugrein. Tó hevur Rannvá undirvíst í samfelagsfrøði í søgu-undirvísingini áður.