Kvantitativa kanningin, sum 1.295 miðnámsskúlanæmingar luttóku í, vísir, at tað eru serliga genturnar, ið uppliva trýst í miðnámsskúla-árunum. Trýstið kemur frá skúlanum, har munandi fleiri gentur í mun til dreingir, stremba eftir høgum karakterum. Harafturat spæla sosialu miðlarnir eisini ein leiklut. Genturnar eisini kenna á sær, at tær skulu liva upp til vøkurleikakrøvini, sum eru at síggja á sosialu miðlunum.