Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur í 27 ár, vísr á, at alt ov lítið er hugsað um umstøðurnar hjá avvarðandi á Landssjúkrahúsinum.
Kapellið, sum nú hevur verið stongt í hálvttriðja ár, var ikki serliga atkomuligt ella virðiligt.
Sjúkrahúspresturin harmast eisini um, at einki rúm er á Landssjúkrahúsnum, ið er ætlað avvarðandi, tá ein vanlukka er hend.
Sum støðan er, savnast tey avvarðandi í forhøllini, saman við øllum hinum, ið vitja á sjúkrahúsinum.