- Stuttflutt er eitt snøgt orð, sum riggar væl og sigur rættiliga nógv, segði Óluva Klettskarð í morgun, tá hon vísti á stuttflutt sum ársins orð.
Hóast hinir báðir við borðið høvdu onnur uppskot, var tað stuttflutt, ið dró longsta stráðið tá avtornaði.
Í útvarpsstovuni vóru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk og Óluva Klettskarð, forkvinna í felagnum Føroyamál.
Tey 10 orðini, ið vórðu til umrøðu, vóru hesi:
- inflatión
- jarðhiti