ABC fyri sálarliga heilsu leggur dent á sálarheilsuna á jólum. Desember kann hava nógv ymiskt at bjóða. Tað kann bæði vera ein hugnalig og møðandi tíð.
Fyri summi er tíðin merkt av gleði, hugna og nærveru, og fyri onnur er hon kanska í størri mun merkt av einsemi, strongd, angist og sorg.
Monika Mohr, samskipari í Fólkaheilsuráðnu, greiddi frá teimum átta ráðunum, sum tey hava givið út í sambandi við jólamánaðin.