Í Føroyum plaga vit at skjóta okkum inn í tað nýggja árið.
Summi siga einki nýggjár uttan fýrverk, í meðan onnur halda, at tað fer illa við náttúruna og er spill av pengum.
Milia Egilsnes og Jógvan Jón Henriksen, sum bæði stillaðu upp til løgtingsvalið, halda, at sjálvt um tað er dýrt, so er tað ein góð siðvenja.
Tey siga tó, at vit skulu verða raskari við, at rudda upp eftir okkum.
- Um tú skjýtur fýrverk, so er tað tín ábyrgd, at burturbeina ruskið, sigur Jógvan Jón.