Ein bøn ella eitt bønarørindi hvønn dag á Facebook í eitt heilt ár.
Hetta var ein verkætlan, sum Jógvan Steintún í Sørvági setti sær fyri tann 30. juli 2021.
28. juli í júst farna ári, 2022, hevði Jógvan Steintún rokkið málinum at leggja eina bøn ella eitt bønarørindi út á sín Facebookvanga hvønn dag í eitt ár.
- Hetta bleiv nógv meira umfatandi, enn eg hevði roknað við. Men eg fekk góðar afturmeldingar, og fólk tóku væl ímóti dagins bøn, og tað gav mær árræði at halda fram, sigur Jógvan Steintún, ið dagliga arbeiðir sum lærari.