- Eg havi als ikki fatað tað enn.
Orðini eigur 22 ára gamli Einar Thorsteinsson úr Vági, sum fríggjakvøldið vann 1,1 millión í Gekkinum.
Gekkaupphæddin seinasta fríggjakvøld var 3,2 milliónir. Einar Thorsteinsson valdi at býta upphæddina út í teir tríggjar leyparnar, soleiðis at hann fekk 1,1 millión í hvønn leypin.
- Eg valdi at býta upphæddina í trý, tí so er møguleikin at vinna tað størri, sigur Einar Thorsteinsson, sum hetta kvøldið var saman við unnustuni og mammu síni, tá hann vann.