Í 2022 var triði hvør persónur, sum læt lív í ferðsluni í Norra, 65 ár ella eldri. Granskarar halda, at hetta kann vera eitt rák, ið fer at vinda upp á seg.
Torkel Bjørnskau, granskari á Transportøkonomisk Institut, vísir á, at fólk yvir 60 í Noregi eru vorðin munandi meiri múgvandi seinastu 10 árini.
Lutfalsliga eru nógv fleiri fólk eldri enn 65. Tað sæst aftur í ferðsluni.
Hetta er ein virkin bólkur, sum av tí sama koyrir nógvar kilometrar.