Fyrsti poddurin hjá Beranum kom út um vikuskiftið, og hann snýr seg um at hava álvarsliga sjúku tætt upp at og so at missa.
Lív Højsted Horsdal, sálarfrøðingur í Beranum, er vertur. Hon tosar við Sólvu Hjaltalin Olsen, sum hevur mist pápa sín.
Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum greiðir frá, at tey fegin vilja tosa meiri opið um sorg og røkka út til fleiri, sum hava mist ein kæran, ella standa einum nær, sum hevur mist ein kæran.
Lív Højsted Horsdal er von at hava einstaklinga- og bólkasamrøður í Beranum, so hetta var ein øðrvísi uppgáva, greiðir hon frá.