Felagsskapurin Kyn hevur seksualundirvísing ein blokk um árið í miðnámsskúlunum, og tey siga, at ung sakna meira seksualundirvísing.
Teirra greiða viðmæli saman við øðrum, sum t.d. Føroya politi, apoteksverkinum, Amnesty, Fólkaheilsuráðnum, Gigni, Sig frá o.s.fr. er, at ung eiga at læra meira um eitt nú kropslig mørk og seksuella heilsu.
Í vikuni hava Sig frá og Amnesty Føroyar eisini sent landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum tilmæli um at styrkja læringsøkið, sum eitur "heilsukunnleiki og seksualupplýsing".