Ætlanin hjá Jens Jákupi Hansen at røkka hægsta fjall í Afrika og síðani Suðuramerika, hevur verið nógv umrødd.
Nú er fyrsti partur avgreiddur, tí Jens Jákup hevur, saman við ferðafelaga sínum, Gunduri Mortensen, vunnið á Kilimanjaro.
- Hetta var ein nógv lættari túrur, enn eg hevði væntað, sigur Jens Jákup Hansen.
At ganga um allar Vágar var størri avbjóðing, leggur hann aftrat. Kortini var ferðin lærurík.
Her sæst video frá síðstu náttini.