Kvinnur hava minst líka góðar politiskar førleikar sum menn. Tað vísir Demokratia á.
Tí hevur tað týdning, at kynsumboðanin á tingi, landsstýri og kommunum verður jøvn.
Í kvøld klokkan átta verður stórur valfundur í Smæruni í Havn.
Nýggjar røddir er yvirskriftin, og tað eru kvinnur, sum eiga røddirnar.
Á skránni vera tvey pallborðskjak við kvinnuligum valevnum úr øllum landinum, sum ikki hava sitið á tingi áður.
Tó so kunnu luttakararnir hava verið at finna á uppstillingarlistum til undanfarin val.