Tað í høllini, á Smyrilsvegi nr. 13, har prentsmiðjan hjá Dimmlætting helt til, at tveir nýggir padelbanar eru gjørdir.
- Lættasti máti at greiða frá, hvat padel er, er samanlíkna við tennis, men við hjálparamboðum, sigur Hákun Torkilshøj Sigvardsen, ið rekur padel.fo.
Padelbanin er inni í einum glasbúri, sum er 20 metrar langt og 10 metrar breitt.
- Man kann siga, at búri gevur einum ein eyka kjans, greiður Hákun frá.
Hann og nakrir aðrir fingu hugskotið, at gera eina padelbana niðri í Danmark, har padel er blivið sera vælumtókt tey seinastu árini.